Kommunufelagið hóttir við rættarmáli

Kommunufelagið hóttir við rættarmáli
Verður dagstovnalógin ikki broytt, ætlar Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum
Kommunufelagið hóttir við at draga Mentamálaráðið í rættin í trætuni um, hvør er kærumyndugleiki hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum
 
02.05.2017 - 11:30

Kommunufelagið hóttir við at draga Mentamálaráðið í rættin í trætuni um, hvør er kærumyndugleiki hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum.

Kommunufelagið er farið at møðast av áralongu trætuni um, hvørt starvsfólk á dagstovnaøkinum kunnu kæra síni starvsfólkamál til Mentamálaráðið ella ikki. 

Ynskja eina endaliga avgerð

Trætan í síðstu viku hevði við sær, at Kommunala eftirlitið hóttir við at geva býráðslimum í Tórshavnar kommunu dagbøtur. Teir fáa bót tí kommunan noktar at geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum.

Mentamálaráðið - og eisini Kommunala eftirlitið - tvíheldur um, at ráðið er kærumyndugleiki á dagstovnaøkinum, men Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið siga, at tað er ongin kærumyndugleiki hjá starvsfólki á dagstovnum. Nú vil Kommunufelagið hava málið avgjørt eina ferð med alla.

Í skrivi 26. apríl til landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, sum varðar av kommunala eftirlitinum, sigur Kommunufelagið, at nú má hendan tulkingarósemjan endaliga avgreiðast, soleiðis at kommunurnar greitt vita, hvørjum reglum tær skulu ganga eftir sum arbeiðsgevarar.

Kann loysast uppá tveir mátar

Og hetta kann bara gerast upp á tvinnar mátar, sigur Kommunufelagið: Antin má lógin broytast, ella má dómsvaldið taka støðu. 

- Um stig ikki verða tikin til at broyta lógina, so ætlar Kommunufelagið at leggja málið fyri rættin, sigur felagið í skrivinum til Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Kommunufelagið heldur tað vera sera óheppið at Kommunala eftirlitið ætlar at áleggja kommunustýrislimunum dagbøtur. Serliga í einari støðu, har ósemjan verður løgd fyri dómsvaldið.

Kanska uppá tal at áleggja dagbøtur

Felagið heitir á Kommunala eftirlitið um at sleppa ætlanunum um at áleggja dagbøtur, og heldur viðvirka til, at ósemjan verður loyst.

Kommunufelagið setur eisini spurnartekn við, um ikki Kommunala eftirlitið fer so vítt í sínum heimildum at brúka dagbøtur í einum máli sum hesum, har talan er um eina tulkingarósemju, og har ongin kompetentur myndugleiki hevur tikið støðu til, hvat er galdandi rættur í støðuni.

Kommunufelagið biður Sirið Stenberg um fund skjótast gjørligt fyri at loysa trætuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323