- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis verður arbeiðaradagurin hildin um landið
Atljóða arbeiðaradagur er í dag. Í Havn skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dagshaldi á Vaglinum, tiltakið byrjar klokkan 17.
Røðarar í ár verða Jørleif Kúrberg ferðaleiðari, Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, og Kári Johansen, arbeiðsmaður.
Havnar Hornorkestur spælir. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvi í húsum felagsins á Tinghúsvegnum 7 til ein drekkamunn.
Halda eisini dagin í Vestmanna
Tey, sum eisini vilja vera við til 1. mai-haldið í Vestmanna, fáa tíð til at koyra til Vestmannar at hátíðarhalda dagin har. Í Vestmanna verður 1. mai dagshald á Reyða Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 17.
Í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.
Røðarar verða Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag, Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.
Vestmanna Hornorkestur spælir. Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn í felagshølunum beint við Torgið.