- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningur markast til nýggja skúlan
Peningur markast til nýggja skúlan
Í íløgukarminum fyri árini 2018, 2019 og 2020 eru 16 milliónir krónur til nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík
01.05.2017 - 09:57
Samgongan heldur seg til íløgukarmin og tekur tí ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at lata 18 milliónir krónur til nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Sambandsflokkurin mælir til at játta hálva millión í ár, 8,5 milliónir næsta ár og níggju milliónir í 2019. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina.
Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2013. Minnilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV