- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland ikki boðið við á fund í ES
Teir 27 ríkis- og stjórnarleiðararnir eru á fundi i ES-borgini í dag, og fara væntandi at semjast um, at bretska útmeldingin úr ES skal verða í tveimum stigum.
Formaðurin fyri ES-tinginum, Donald Tusk, staðfesti beint undan fundinum, at ES við hava tøtt og sterk bond við Bretland, - eisini í framtíðini.
- Men áðrenn vit tosa um framtíðina, mugu vit fáa greiðu á fortíðini. Vit skulu viðgerða hetta rættvíst, segði Tusk.
Fyrsta stigið í samráðingunum fer at snúgva seg um treytirnar fyri at Bretland fer úr ES. Týdningarmiklir spurningar tá eru, hvørji rættindin ES-borgarar skulu hava í Bretlandi, bretska íkastið til ES-fíggjarætlanina, og markna-eftirlitið millum Írland og NorðurÍrland.
Formaðuri í ES-tinginum segði fyrr í dag, at ES fer at byrja samráðingarnar um Brexit við spurninginum um, hvørji rættindini hjá ES-borgarar í Bretlandi og bretar í ES skulu hava í framtíðini.
Sambært fyribils leiðreglum frá ES-nevndini, kann seinna stigið í tilgongdini byrja, tá nóg stór framstig eru gjørd á fyrsta stigi.
Á fundinum skulu ES-leiðararnir umhugsa, hvat "nóg stór framstig" kann verða.
Annað stigið snýr seg síðani um framtíðar viðurskifti, - millum annað um handilssambondini millum ES og Bretland.
Bretland hevur sagt seg helst vilja samráðast um handilssambondini paralelt við treytirnar fyri at fara úr ES.
- Vit mugu semjast sum ES27. Tað er bara tá vit kunnu avgreiða samráðingarnar. Tað merkir, at okkara semja hevur eisini stóran týdning fyri bretsku áhugamálini, segði Donald Tusk.
Nú, innan veruligu samráðingarnar við Bretland um at fara úr ES, tykjast leiðararnir í ES-londunum verða rímiliga samdir. Eisini ES-tingið og ES-nevndin hava higartil verið samd.
- Tað er sermerkt, og eg vóni, at tað heldur fram, segði Tusk.
Samráðingarnar millum Bretland og ES byrja væntandi av álvara eftir bretska parlament-valið 8. juni.
Samráðingarnar um handilsavtalur byrja neyvan fyrr enn í heyst ella móti árskiftinum, skrivar AFP.