- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingur við flogskíggja kann vænta sær bót
Útlendingur við flogskíggja kann vænta sær bót
Ein útlendingur er kann vænta sær eina bót fyri at flúgva ov nær flogvøllin í Vágum við einum sonevndum paraglidara ella flogskýggja
23.04.2017 - 12:27
Maðurin fleyg í gjár uttast á Sørvágsfirði, sum liggur í innflúgvingini til Vága Floghavn, skrivar heimasíðan jn.fo.
Boð vórðu send eftir løgregluni, sum fekk tyrluna hjá Atlantsflog til hjálpar. Løgreglan fór so við tyrluni út á Múlan, sum liggur á sunnara armi á Sørvágsfirði, har tey fingu fatur í manninum, sum er útlendingur, skrivar heimasíðan jn.fo. Vakthavandi á politistøðini vil ikki upplýsa, hvør landsmaður maðurin er. Hann er skuldsettur fyri brot á loftferðslutrygdina.
Ákæruvaldið fer væntandi í morgin at áseta eina bót fyri brotið. Tað er ikki loyvt at flúgva nærri enn 8 kilometrar frá flogvøllinum uttan at fáa loyvi til tað, skrivar jn.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV