- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristin Michelsen blokerar
Kristin Michelsen blokerar
Eg taki ikki undir við nøkrum, sum kann niðurlaga virksemið í Suðuroynni, sigur Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin
20.04.2017 - 11:59
Kristin Michelsen vil kortini ikki útgreina, hvat tað er, sum hann heldur kann niðurlaga virksemið í Suðuroynni.
Spurdur um tað er uppboðssølan ella onnur viðurskifti í uppskotinum, sum órógva hann, vil hann ikki svara.
- Suðuroyggin er í serstøðu, og eg vil ikki vera mintur sum tann, ið niðurlagaði virksemið í Suðuroynni, sigur Kristin Michelsen, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV