G! millum heimsins bestu festivalar

G! millum heimsins bestu festivalar
Heimskendi miðilin CNN roknar G! í Gøtu sum ein av heimsins 16 bestu festivalum.
 
19.04.2017 - 18:59

"Summir festivalar snúgva seg um meira enn bara tónleikanøvnini, ið framføra. Kanska passar eingin festivalur betur til hesa lýsing enn G! festivalurin." 

Soleiðis skrivar heimskendi miðilin CNN á heimasíðuni um G! festivalin í sambandi við, at CNN hevur kosið G! at vera millum 16 teir bestu festivalarnar í heiminum. 

Í síni lýsing av G! festivalinum, skrivar CNN, at tað er serliga staðsetingin av G! á sandinum í Syðrugøtu, millum kringliggjandi fjøllini og fevnandi Atlantshavið, ið ger, at festivalurin hevur vunnið seg upp millum heimsins bestu. 

 

Fantastiskt

Fyriskipararnir av G! festivalinum eru, sum vera mann, ovurfegnir um flotta skotsmálið, ið G! fær av einum av heimsins størstu fjølmiðlum. 

- Hetta er ordiliga fantastiskt, sigur Sigvør Laksá, stjóri fyri G! við útvarpið.

Sigvør Laksá heldur, at góða ummælið frá CNN er ein staðfesting av, at tað loysir seg at hava G! í náttúruvøkru Syðrugøtu, hóast tað hevur nakrar avbjóðingar við sær fyri fyriskipararnar. Eitt nú hevur Sandurin ofta staðið undir í sjógvi, og neyðugt hevur verið at tikið pallin niður. 

- Hóast tað er ein avbjóðing fyri okkum, sum stíla fyri, so eru tað serliga vøkru umstøðurnar, ið standa eftir hjá útlendsku genstunum, sigur Sigvør Laksá, stjóri, við útvarpið. 

G! stjórin heldur eisini, at góða skoðsmálið er eitt úrslit av, at G! festivalurin øll árini hevur lagt seg eftir at bjóða útlendskum journalistum til festivalin og hevur, ikki minst, tikið væl ímóti teimum. 

Les greinina hjá CNN HER. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109