- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna hvat bygningar skulu brúkast til
Mentamálaráðið biður nú um uppskot um, hvat bygningarnir hjá Glasi í Hoydølum, tað er gamli Studentaskúlin og HF-skeiðið, skulu brúkast til, tá skúlin eina ferð flytur í Marknagil.
Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri landsstýrið. Ymisk hugskot eru longu um, hvat skal vera í Hoydølum í framtíðini.
Men áðrenn endalig støða verður tikin, vil Mentamálaráðið frætta frá øllum, hvussu tey kundu hugsað sær at gagnnýtt økið. Uppskotini skulu vera ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flestum at gagni.
Fyri at tryggja, at tey, sum koma við uppskotum, meina tey í álvara, skulu bæði verkætlanarlýsing og fíggingarleistur vera saman við uppskotinum. Uppskotini skulu vera hjá Mentamálaráðnum í seinasta lagi 1. august.