- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógvir váðar í uppskotinum
Tað ger Arbeiðsgevarafelagið í sínum hoyringssvari. Samanumtikið heldur felagið, at verandi uppskot hevur ov nógvar váðar, tí eingin kennir fullu avleiðingarnar av so víðfevndum broytingum, gjørdar í einum.
Mælt verður í staðin til at endurskoða verandi skipan við at gera tiltrongdar broytingar. Síðani skal eftirmeting gerast av broytingunum, áðrenn aðrar broytingar verða gjørdar.
Á tann hátt ber til at fremja neyðugu broytingarnar í fiskivinnuni við eini tilgongd, sum hóskar til stóra váðan av at gera broytingar í einari av høvuðsvinnunumm, sigur felagið.
Tørvur á avmarkaðari skipan
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í hoyringsskrivinum, at tørvur er ikki á tí kollveltingini í føroysku fiskivinnuni, sum uppskotið frá landsstýrinum leggur upp til, men at tørvur heldur er á eini meira avmarkaðari umskipan.
Fyri at røkka yvirskipaða endamálinum um eina fiskivinnunýskipan, sum kastar sum mest av sær til samfelagið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at ein fiskivinnunýskipan tekur støði í verandi skipan.
SÍ EISINI Skil fiskin! - Hví fiskivinnunýskipan? (1:9)
Hon skal grundast á nakrar meginreglur, sum burðardyggan fiskiskap, grundaðan á umsitingarætlanir, herda revsing fyri ólógligan fiskiskap, trygg nýtslurættindi, kvotaskipan við innbygdari umsetiligheit í skipanini, serskatting av vinningi við víðarisølu av loyvum og rættindum, eina burðardygga skatting av tilfeingisrentuni, grundað á staðfest miðalúrslit í vinnuni, tryggja at skattur av vinningi, sum kemur úr føroyskum tilfeingi, verður goldin í Føroyum, og frælsi at leggja viðurskiftini til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirði.
Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at samgongan má rætta kumpass, so nýskipanin í størri mun tekur støði í einum gagnligum vinnupolitikki. Og endamálið má vera ein effektiv fiskivinna, sum skapar virði fyri alt samfelagið. Tað livir verandi uppskot ikki upp til, hóast endamálsorðingarnar tilskila tað.
Ikki ov nógvar broytingar í senn
Haraftrat heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er ov váðið at gera so víðfevndar broytingar í einum, í einari av okkara høvuðsvinnum. Felagið mælir til at gera meira miðvísar og avmarkaðar broytingar, har tað sum virkar væl í verandi skipan verður varðveitt, meðan tað sum riggar minni væl, verður nýskipað.
Útlutingin av fiskiloyvum eigur ikki at vera grundað á uppboðssølu, men á trygg nýtslurættindi og umsetiligheit av rættindum. Men tilfeingisgjøld skulu tryggja, at fyritøkurnar rinda fyri nýtslurættin.
Anti-trust mørkini, hvat ein einstakur skal hava rættindi til, mugu ikki vera ov lág, tí ov nógv stál verður, og minni at fiska í part. Um fiskivinnan verður regulerað niður í minstu smálutir, fer hon ikki at hava somu møguleikar at skapa virði fyri føroyska samfelagið.
Kann steðga menningini
Føroya Arbeiðsgevarafelagið heldur, at lógaruppskotið er ov víðfevnt, og vil taka ov nógv atlit í senn. Úrslitið er eitt lógaruppskot, sum sannlíkt fer at steðga tí menning, sum føroysk fiskivinna hevur verið í, og sum fer at skapa eina minni effektiva fiskivinnu, enn vit høvdu frammanundan.
Tí eigur fyrst at verða greinað, hvat er galið við verandi skipan, áðrenn nakað uppskot verður gjørt um broytingar. Tí frá at hava fingið hundraðtals milliónir í almennum stuðli, rindar fiskivinnan nú omanfyri tvey hundrað milliónir í føroyska landskassan árliga.
Tað er tekin um, at okkurt verður gjørt rætt í fiskivinnuni, hóast neyðugt er við vælvaldum inntrivum í verandi skipan, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag millum annað í hoyringsskrivinum.