- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur ásettur
Eldur ásettur
Eldurin í almenna vesinum við Mylnugøtu í Havn seinnapartin leygardagin 9. november, er allarhelst ásettur, sigur løgreglan
26.11.2024 - 20:15
Eldurin kyknaði í einum rusksílati.
Nógvur eldur og roykur vóru.
Ein maður er avhoyrdur og skuldsettur fyri eldáseting, váttar Kári Jacobsen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni.
Kanningarabeiðið er ikki liðugt enn. Hóast eingi vakmyndatól eru har í nánd, og eingi vitni eru heldur, hevur løgreglan illgruna um, hvør festi í.
Hann hevur ikki verið í grundlógaravhoyring, og er ikki í varðhaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV