Vilja hava fasta játtan til útlendskar vitjanir

Vilja hava fasta játtan til útlendskar vitjanir
Løgmansskrivstovan hevur biðið um 800.000 kr. til almennar vitjanir í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025
Útsetta kongsvitjanin og ríkisfundur vera í Føroyum næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.11.2024 - 08:28

Løgmansskrivstovan vil hava eina fasta játtan til almennar vitjanir uttaneftir.

Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni.

Løgmansskrivstovan hevur biðið um 800.000 kr. til almennar vitjanir í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025.

Tær skulu brúkast til kongsvitjanina, sum var útsett í fjør, og til ríkisfundin, sum verður í Føroyum næsta ár.

Møguliga verður onkur størri almenn vitjan aftrat næsta ár, sigur Løgmansskrivstovan.

Løgmansskrivstovan sigur, at hon fer væntandi í broytingaruppskoti landsstýrisins til fíggarlógaruppskotið at koma við uppskoti um hetta, tað er at biðja um fleiri pengar til almennar vitjanir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519