- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyvi at skjóta leingjast
Loyvi at skjóta leingjast
Løgtingið fer í dag at viðgera, um tað skal verða loyvt at skjóta grágæs í trý ár afturat. 217 fær vórðu skotnar í 2016
30.03.2017 - 09:53
Í 2014 varð loyvi givið at skjóta í veltum lendi í trý ár. Nú vil landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, leingja loyvi trý ár afturat fram til 1. juni 2020.
Tá loyvi fyri trimum árum síðan varð givið at skjóta grágás, treytaði Løgtingið sær, at ein kanning varð gjørd um stovnin. Men pengarnir komu ikki.
Tí er ongantíð kannað, hvussu stovnurin er fyri. Men tað skal nú gerast, sigur landsstýrismaðurin. 217 gæs vórðu skotnar í fjør, 66 í 2015 og 47 í 2014.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV