- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innanhýsis eftirlit loysir seg
Innanhýsis eftirlit loysir seg
Til samans 145 milliónir krónur vórðu ikki givnar rætt upp til skattingar í fjør. Tað vísir innanhýsis eftirlitið hjá TAKS
30.03.2017 - 14:43
Tað er tó ikki bara talan um, at vinnan og privatpersónar hava givið ov lítið upp í skatti. Tað upplýsir TAKS í tíðindaskrivi í dag.
Eftir at TAKS hevur gjørt rættingar fyri til samans 145 milliónir krónur, vísir úrslitið, at landskassin fær góðar 40 milliónir kronur afturat í inntøku fyri 2016.
Í tíðindaskrivi vísir stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, á týdningin av, at stovnurin hevur nøktandi eftirlit, ikki minst tí at føroyska vinnulívið er meira samansett og kompliserað nú enn áður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV