- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera uppskot um bústaðir
Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum um at byggja 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi næstu fýra árini fyri til samans 212 milliónir krónur, tá innbúgv og útgerð er íroknað.
Bústaðirnir skulu vera sjálvstøðugar búeindir, 35 til 60 fermetrar til støddar, við egnari inngongd, køki og baði.
Jenis av Rana og Bill Justinussen siga í viðmerkingunum til uppskotið, at sambært almannaverkinum eru bústaðarviðurskiftini hjá menningartarnaðum og teimum, sum bera brek, so nógv afturúrsigld, at skal stigið verða nøktandi og virðiligt, er neyðugt við 212 milliónum kr.
Serliga ring í Suðurstreymoy
Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi vánaligar, tí har er lítið og einki bygt, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu fyri 40 árum síðani.
Miðflokkurin heldur ikki, at tað er ein góð loysn at umvæla Eirargarð fyri 25,5 milliónir krónur, tí sjáldan heldur prísurin, tá gamalt verður umvælt. Umvælingin av Eirargarði kann lættliga fara at nærkast teimum 40 milliónunum, tá avtornar.
Tað er at spilla pening burtur at brúka 30-40 milliónir kr. til ein bygning, ið ætlanin er bara skal brúkast í fá ár, sigur Miðflokkurin. Bíðilistin til vardan bústað í Suðurstreymi er 106 fólk, og tá eru tey, sum búgva í sambýlum, ikki tald við, sigur Miðflokkurin.