- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyringarfreistin farin
Hoyringarfreistin farin
Freistin, at koma við hoyringssvarum til nógv umrødda uppskotið um fiskivinnunýskipan, er nú farin
27.03.2017 - 09:10
Hoyringarfreistin til nógv umrødda uppskotið um fiskivinnunýskipan, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram sætta mars, er farin
Freistin, at koma við hoyringarsvarum, er í dag, mánadagin 27. mars. Uppskotið er rættuliga umfatandi og er 105 síður.
Ætlanin er, at skipanin skal koma ístaðin fyri verðandi skipan, sum gongur út á nýggjárinum, tí galdandi veiði- og fiskiloyvi fara úr gildi 1. januar komandi ár.
Uppskotið skal nú viðgerðast í Fiskimálaráðnum áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV