- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarkarmar leggjast fram
Fíggjarkarmar leggjast fram
Játtanarkarmarnir, ið eru grundarlag undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst, skulu nú leggjast fram
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/3b429af099429dd07311aaba4813186d.png?itok=qX3gfa-N)
27.03.2017 - 08:08
Játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum skulu leggjast fram hesa vikuna. Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.
Sambært grein 54 í tingskipanini skulu játtanarkarmarnir leggjast fram innan fyrsta apríl. Fyrsti apríl er leygardagin, og tí skal uppskotið um játtanarkarm leggjast fram í seinasta lagi fríggjdagin.
Vanliga plaga tíðindafundur at vera, tá karmarnir verða lagdir fram, men enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki boðað alment frá, nær tíðindafundur verður um karmarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV