- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit kann nú setast í verk
Bæði yvirhúsið og undirhúsið hava samtykt, at Theresa May kann seta grein 50 í ES-sáttmálanum í gildi, sum ber í sær, at farast kann undir samráðingar um at taka Bretland úr evropeiska samveldinum.
Stórur meiriluti var í undirhúsinum fyri lógarbroytingini, 335 atkvøður voru fyri og 287 ímóti. Yvirhúsið hevur roynt at skoyta treytir upp í lógina, til tess at tryggja rættindi hjá ES-borgarum í Bretlandi, men undirhúsið tók ikki undir við tí.
Tey, sum vóru ímóti lógarbroytingini í yvirhúsinum, siga, at hetta er stytsta sjálvmorðsbræv í søguni, skrivar BBC.
SÍ EISINI Vilja geva ES-borgarum í Bretlandi størri rættindi
Tað var bretski hægstirættur, sum kravdi, at parlamentið skuldi góðkenna at taka Bretland úr ES, eftir at ein meiriluti á fólkaatkvøðu atkvøddi fyri Brexit.
Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at hon fer at taka Bretland úr ES, og at grein 50 í ES-sáttmálanum verður sett í verk seinast í hesum mánaðinum.
Tað fer at taka tvey ár at samráðast um eina nýggja avtalu um viðurskiftini millum ES og Bretland í framtíðini.