- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu
Fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, fer í næstu viku at biðja skotska tingið um heimild at arbeiða fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu um at loysa frá Bretlandi, skrivar Reuters. Sturgeon sigur, at stendur tað til hennara, verður fólkaatkvøðan á heysti í 2018 ella á vári í 2019.
Á tíðindafundi í Edinburgh segði skotski fyrstiráðharrin, sambært BBC, at skotska fólkið skal sleppa at velja at fara burtur úr ES saman við Bretlandi, ella um Skotland skal gerast sjálvstøðugt land. Hon fer tí at biðja tingið um at fáa boð eftir grein 30, so fólkaatkvøðan kann setast í verk.
Tá bretar atkvøddu um at fara burtur úr ES, var stórur meiriluti í Skotlandi fyri at varðveita limaskapin í ES. Nicola Sturgeon segði á tíðindafundinum, at skotska royndin at fáa eina seravtalu við ES, hevur verið sum at renna seg í ein múr, tí bretska stjórnin hevur ongan vilja.
Tí hevur fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, gjørt av at bera skjótt at, til tess at tryggja Skotlandi nýggja fólkaatkvøða, áðrenn samráðingarnar um Brexit enda.