- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja geva ES-borgarum í Bretlandi størri rættindi
Bretskir miðlar vænta, at Theresa May, forsætisráðharri, longu í morgin fer at seta í gildi nógv umrøddu grein 50 í ES-sáttmálanum. Bretska yvirhúsið, House of Lords, hevur tvær ferðir víst brexit-lógini hjá stjórnin aftur.
Meirilutin í yvirhúsinum vil hava, at ES-borgarar, búgva í Bretlandi, skulu fáa størri rættindi. Yvirhúsið vil eisini hava parlamentið at atkvøða um avtaluna millum ES og Bretlandi.
Í dag fer undirhúsið, House of Commons, væntandi at senda lógina aftur til yvirhúsið. Góðtekur yvirhúsið lógina, kann Theresa May senda áheitanina um at loysa Bretland úr samveldinum til ES.
Viðgerðin verður drúgv
Men viðgerðin í parlamentinum verður drúgv. Theresa May hevur sagt, at grein 50 í samveldissáttmálanum verður sett í gildi seinast í hesum mánaðinum.
Tá Bretland hevur sagt samstarvið við ES upp, hava partarnir tvey ár at gera ein sáttmála um, hvussu viðurskiftini millum Bretland og ES skulu verða í framtíðini. Theresa May hevur lovað veljarunum, at Bretland fer at taka seg úr ES, sama um tað eydnast fáa eina avtalu við ES ella ikki.
Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, segði í gjár, at tað er í lagi, um tað ikki eydnast fáa eina avtalu. Avleiðingin verður ikki so álvarsom, sum mong vænta, sigur Boris Johnson.