- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avmarkingar á gjaldoyranum tiknar burtur
Avmarkingarnar, sum hava verið galdandi fyri persónar, fyritøkur og pensjónsgrunnar, fara úr gildi nú, boðar íslendska stjórnin frá.
Tá tríggir teir størstu bankarnir í landinum fóru av knóranum vórðu avmarkingar settar í gildi fyri gjaldoyra, - millum annað fyri at stuðla krónuni og forða útlendskum íleggjarum at flyta pening úr landinum.
Seinastu árini hava ásetingarnar elvt til trupulleikar hjá fyritøkum, sum hava deildir í útlondum, og tað hevur gjørt landið minni áhugavert fyri útlendskar íleggjarar, skrivar svt.
Innflutningurin nógv vaksin
Sambært fyribilstølum, vaks íslendski búskapurin 7,2 prosent í fjør. Íløgur, vanliga peninganýtslan og vaksandi ferðavinnan eru orsøkin til stóra vøksturin, skrivar svt.
Arbeiðsloysið er umleið trý prosent, og landið hevur tamarhald á inflatiónini, skrivar Bloomberg. Ferðavinnan er vaksin nógv síðani 2010, tá nærum ein hálv miljón fólk vitjaðu í Íslandi.
Í 2015 vitjaðu 1,3 miljónir og í fjør 1,8 miljónir útlendsk ferðafólk. Ferðavinnan stendur fyri 31 prosentum av innflutings-inntøkunum. Í fremmandum gjaldoyra vóru inntøkurnar frá ferðavinnu størri enn bæði fiskivinnan og aluminiumverkini tilsamans, skrivar svt.