- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu flyta pening í nýggja Fiskivinnugrunnin í ár
Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Ætlanin er, at vinnan í minsta lagi letur grunninum eins nógvar pengar sum landskassin.
Tá løgtingið viðgjørdi serstøku treytirnar fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í apríl í fjør, samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot, sum mælti landsstýrismanninum til at seta tíggju prosent av inntøkunum frá uppboðssøluni í 2016 til fiskivinnugransking og fiskivinnumenning.
Tíggju prosent av tí eru seks mió. kr., sum nú skulu í Fiskivinnugrunnin sambært lógaruppskotinum. Men uppskotið fær ikki undirtøku allastaðni. Granskingarráðið heldur tað ikki vera neyðugt at stovna nýggjan grunn, tí verandi grunnur hevur lógarkarmarnar og royndirnar til ætlaða endamálið hjá Fiskivinnugrunninum. Granskingarráðið mælir í staðin til, at Granskingargrunnurin verður uppraðfestur, tí hann er av álvara afturúrsigldur seinnu árini.
Løgmansskrivstovan heldur tað vera undranarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskotinum ætlar at gera ein nýggjan grunn. Løgmansskrivstovan heldur, at Fiskimálaráðið eigur at grundgeva meira fyri, hví ráðið heldur, at ein nýggj kós skal haldast í hesum máli, og hví vanlig játtan í fíggjarlógini á hvørjum ári ikki longur er nøktandi. Fiskivinnuráðið tekur undir við uppskotinum, tó ikki umboðið hjá Fiskimannafelagnum.