- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leikluturin hjá Noregi greinast
Tað stendur í einum skrivi til norska Dagbladet frá russisku sendistovuni í Noreg. Norska stjórnin hevur sett eina nevnd við serfrøðinguum, sum skal greina, hvønn leiklut Noreg kann hava í ætlaða verjuskjøldrinum.
Tí hevur Russland mótmælt, og orðaljóðið í brævinum frá sendistovuni er hóttandi. Sendistovan skrivar millum annað, at av tí at USA, NATO og Noreg ikki vilja loysa trætuna við samráðingum, er bert ein háttur eftir, og tað er at loysa málið hernaðarliga tekniskt.
Russland trýst at verja áhugamál
Russland kennir seg noytt at styrkja sína strategisku kjarnorkuverju, sum kann gera av við ein og hvønn verjuskjøldur, stendur millum annað í boðunum frá russisku sendistovuni.
Russland hevur eisini fyrr hótt við tiltøkum um verjuskjøldurin verður gjørdur á norskum øki. So kennir Russland seg noytt at tryggja síni áhugamál, skrivaði pressutalsmaðurin á russisku sendistovuni, Maxim Gurov til miðilin, Klassekampen í januar.
Miðskeiðis í februar koma næsta hóttanin og nú komu so aftur eini kravboð frá russisku sendistovuni í Noreg. Norsku myndugleikarnir taka russisku boðini í størsta álvara, sigur ein talsmaður fyri stjórnina.