Kommunan tekur um endan

Kommunan tekur um endan
Tórshavnar kommuna yvirtekur býarsavnið frá kendum havnarmanni, sum ikki fekk raksturin at bera seg
Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið hjá Birgari Johannesen. Tað varð avgjørt á fundi í morgun
 
08.03.2017 - 17:52

Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið hjá Birgari Johannesen. Tað varð avgjørt á fundi í morgun millum Birgar Johannesen og Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, forkvinnu í Mentamálanevndini.

Fyribils verður Býarsavnið opið sum vanligt, meðan yvirtøkan verður fyrireikað. Og spurningurin um húsaleigu er loystur í hvussu er fimm mánaðir fram.

Kommunan skal finna fyrbils hølisloysn, til størri samlað loysn fyri søvnini í býnum verður framd. Tá Tórshavnar kommuna hevur yvirtekið fíggjarligu ábyrgdina, heldur Birgar Johannesen fram at arbeiða á Býarsavninum eina tíð aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155