Marine Harvest heiðrað fyri úrslit

Marine Harvest heiðrað fyri úrslit
Alifyritøkan hevði besta úrslitið hjá smoltstøðum og alistøðum á sjónum í Føroyum í 2016, varð kunngjørt á aliráðstevnuni fríggjadagin
Marine Harvest hevði besta úrslitið hjá alarum í Føroyum í fjør, varð kunngjørt á ráðstevnu fríggjadagin
 
06.03.2017 - 14:49

Har varð besta handverkið í aling kunngjørt. Tvey úrslit verða heiðrað. Besta úrslit hjá smoltstøðum verður avgjørt eftir lægsta byrjanarfellinum, tá smoltið er komið á sjógv.

Besta úrslit fyri alistøðir á sjónum verður avgjørt eftir einum effektivitetsindeksi, sum er grundað á vøkstur og fóðurnýtslu.

Lítið felli á Hellunum

Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum hevði besta úrslit fyri smoltstøðir, og alistøðin hjá Marine Harvest í Haldórsvík hevði besta úrslitið fyri alistøðir á sjónum.

Fellið á smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellunum var 0,80 prosent. Hjá Bakkafrosti á Norðtoftum var fellið 4,04 prosent, og hjá Hiddenfjord á Fútakletti var tað 4,97 prosent.

Hjá alistøðini hjá Marine Harvest í Haldórsvík er indeksið 125,7 í fjør. Bakkafrost við Kunoyarnes hevði 117,2, Hiddenfjord í Vestmanna 117,1 og hjá Hiddenfjord í Sørvági var indeksið 112,4.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117