- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politska støðan í NorðurÍrland er óviss
Á valinum hósdagin til tjóðartingið varveitti Bretlandvinarliga sinnaði flokkurin, Demokratic Unionist Party, við 28 sessum støðuna sum størsti flokkur í NorðurÍrlandi, meðan tjóðskaparsinnaði flokkurin, Sinn Fein, fekk 27 sessir. Flokkarnir báðir skulu innan tríggja vikur semjast um eina savningarstjórn. Um ikki, verða heimildirnar hjá landspartastjórnini latnar stjórnini í London.
Fleiri serfrøðingar ivast í, um Demokratic Unionist Party og Sinn Fein kunnu semjast um samstarv. Bara góðar 1.000 av 800-túsund atkvøðum vóru á muni millum báðar flokkarnar, men Sinn Fein, sum far stuðul frá katolikkum, kann fegnast. Undan valinum hevði flokkurin 10 færri sessir enn Domokratic Unionist Party, sum í størstan mun hevur protestantiskar veljarar. Sinn Fein hevði fýra prosentstig framgongd samanborið við valið í 2016. Demokratic Unionist Party hevði eitt prosentstig afturgongd.
Skuldsetingar um mutur og at Bretland fer úr ES hevur elvt til politiska naggatódn. Í NorðurÍrlandi er meiriluti fyri at verða verðandi í ES, men í ØLLUM Bretlandi atkvøddu 52 prosent fyri Brexit, skrivar dr.dk.