- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísbjarnarstovnurin Grønlandi betur fyri enn hildið
Nú verða betri møguleikar at selja grønlendsk ísbjarnaskinn á heimsmarknaðinum. Ein nýggj uppteljing vísir, at ísbjarnarstovnurin í útnyrðingspartinum av Grønlandi er betur fyri enn hildið, og tað kann fáa týdning fyri søluna, sigur Kaare Winther Hansen, verkætlanarsamskipari í heimsnáttúrugrunninum, WWF, við grønlendska kringvarpið, KNR:
Kanska eru ikki fleiri ísbjarnir nú, men uppteljingin er neyvari enn tann, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. - Á tann hátt ber til at fáa góðkent, at grønlendska ísbjarnaveiðan er burðardygg, og tá eru eisini møguleikar fyri at selja skinn, sigur hann. Størri útflutningur av ísbjarnaskinnum hevur týdning fyri grønlendsku veiðimenninar, sigur Kaare Winther Hansen.
Farið er undir at telja ísbjarnir í Eysturgrønlandi, og væntandi verður úrslitið greitt í 2020. Tá fer at bera til at áseta eina burðurdygga kvotu fyri, hvussu nógvar ísbjarnir kunnu veiðast, sigur Kaare Winther Hansen.