- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anis Amri var javnan ávirkaður av rúsevnum
Hetta kemur fram í eini líkkanning av manninum, sum italienska tíðindaskrivstovan ANSA hevur kunngjørt. Kanningin vísir, at funnin eru spor av bæði kokaini og hasji í blóðinum hjá tunesiska manninum, sum koyrdi lastbilin.
Tað var tunesarin, Anis Amri, sum 19. desember í fjørð, koyrdi ein 40 tons tungan lastbil inn í eina mannamúgvu í einum jólamarknaðií Berlin. 12 fólk doyðu og 50 fólk vóru løstað í atsóknini. Fýra dagar seinni bleiv Amri skotin í italienska býnum Milano, tá italeienska løgreglan koma fram á mannin.
Hóast ikki kann prógvast at Amri hevði tikið nakað rúsevnið tá hann framdi atsóknina í Berlin, verður hildið, at hann hevur verið ávirkaður, verður skrivað í líkskoðanini.