- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 fólk avrættað í Jordan
15 fólk - sum eru dømd til deyðis - eru avrættað í Jordan. Tíggju av teimum avrættaðu vórðu funnin sek og dømd fyri yvirgang, meðan hini fimm vóru dømd fyri neyðtøku. Tey vórðu øll hongd í Swaqa-fongslinum, sum liggur sunnanfyri høvuðsstaðin Amman.
Í 2005 segði Abdullah annar, kongur av Jordan, at landið hevði sett sær fyri at gerast fyrsta land í Miðeystri, sum setti deyðarevsing úr gildi. Dómstólarnir hildu tó fram við at døma fólk til deyðis - men deyðarevsingarnar vórðu tó ikki framdar í verki. Fleiri vildu vera við, at tann støðan elvdi til øktan kriminalitet í landinum, og í 2011 vórðu 11 mans hongdir í Jordan, fyri fyrstuferð í níggju ár. Nú eru so 15 hongd afturat.
Mannarættindafelagsskapir finnast at Jordan fyri at hava deyðarevsing í gildi.