- Tíðindi, mentan og ítróttur
Írar (aftur) á val í úrtíð
Valið er í ótíð, tí fyrrverandi varaforsætisráðharrin, Martin McGuinnes, úr Sinn Fein-flokkinum hevur lagt frá sær. Meira enn ein 1.25 milliónir fólk høvdu valrætt ígjár, og tey kundu velja millum til samans 228 valevni, sum skulu manna 90 sessir í tjóðartinginum.
Valhølini lótu aftur klokkan 10 í gjárkvøldið, og síðani vórðu kassarnir við atkvøðuseðlunum fluttir til átta uppteljingarmiðstøðir í landinum. Byrjað verður at telja nú klokkan 8 í morgun, og endaliga valúrslitið veður greitt seinni í dag, skrivar BBC.
Valið í ótíð hevur elvt til stúran um, at NorðurÍrland kann fara innaftur í eina poltiskt-óstøðuga tíð við harðskapi. Eina blóðuga tíð við samanbrestum, sum kravdu 3.500 mannalív, men sum ein friðaravtala, fyri 20 árum síðani, steðgaði.
Orkuætlan elvir til rumbul
Orsøkin til valið í ótíð er ein orkuætlan, sum er vorðin nógv dýrari enn ætlað. Arlene Foster, forsætisráðharri í NorðurÍrlandi, hevði ábyrgdina av orkuætlanini, tá hon varð samtykt, men hon sýtir fyri at taka avleiðingarnar av hesum og leggja frá sær.
Tí hevur varaforsætisráðharrin úr Sinn Fein-flokkinum lagt frá sær, og sostatt fall stjórnin. Friðurin í NorðurÍrlandi er skroypiligur, tí talan er um valdsbýti millum tveir politiskar vongir, sum eru grundleggjandi ósamdir um loysing og samband.
Gevast unionistar og nationalistar at samstarva, kann tað birta lív í aftur djúpu ósemjuna. Politiska óvissan kemur illa við, tí óvissan er um framtíðina hjá Norðurírlandi nú Bretland hevur gjørt av at fara úr ES.
Stúra fyri frástøðu til bretar
Í Norðurírlandi var meiriluti, á fólkaatkvøðuni í fjør, fyri at verða verandi í ES. Nú stúra nógv fyri, at Bretland uttanfyri ES fer at skapa uppaftur størri frástøðu millum Bretland og Írland.
Tað fer at elva til trupulleikar, um ikki veruligt mark verður gjørt millum Írland og NorðurÍrland. Frælsið at ferðast millum hesi bæði øki er ein av hornasteinunum í friðaravtaluni fyri NorðurÍrland.
Semjast unionistar og nationalistar ikki og skipa stjórn innan tríggjar vikur, eru tveir møguleikar - val ella eisini tekur bretska tjóðartingið í London valdið í NorðurÍrlandi. Seinast tað hendi var millum 2002 og 2007.