Ups! Kunngjørdu skeivan vinnara

Ups! Kunngjørdu skeivan vinnara
Tað gekk ikki sum fótur í hosu, tá Oscar-virðislønirnar vórðu lætnar í nátt. Skeivi filmurin varð tilnevndur týdningarmestu virðislønina
Ein skeivur filmur varð tilnevndur, tá árligu Oscar-virðislønirnar vórðu lætnar í Los Angeles í nátt
Mynd: Skíggjamynd: Oscar 2017/ABC/Time  
 
27.02.2017 - 09:33

Tað, sum ikki skal henda, hendi, tá árligu Oscar-virðislønirnar, ið heiðra teimum bestu filmunum, vórðu lætnar í Los Angeles í nátt.

Tann skeivi filmurin varð tilnevndur týdningarmestu Oscar-virðislønina, tá árliga handanin fór fram í nátt okkara tíð.

Meðan umboð fyri filmsliðið og sjónleikarar í filminum La La Land vóru á pallin og takkaðu fyri heiðurin sum besti filmur, uppdagaðu fólk mistakið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað vóru royndu sjónleikararnir Warren Beatty og Faye Dunaway, sum høvdu fingið heiðurin at handa seinastu Oscar-heiðurslønina í nátt.

Men av higartil ókendum orsøkum segði Fay Dunaway, at La La Land fekk Oscar-virðislønina fyri besta filmin.

Ruðuleikin gjødist ikki minni av, at umboð fyri filmin vóru longu upp á pallinum og takkaðu, tá tað brádliga gjørdist greitt, at tað var ein annar filmur, sum átti henda heiður. 

Pappírið, har navnið á vinnandi filminum, "Moonlight", stóð á sum Ársins filmur varð víst út í salinum, og so komu umsíður røttu vinnararnir á pallin og fingu Oscarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109