- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV stovnar dótturfeløg
SEV eigur partafeløgini og stjórin í SEV er eisini stjóri í Vindfeløgunum. Nevndin í feløgunum er sama sum hjá SEV.
Bókaða yvirtøkuvirðið á Húsahaga er hundrað milliónir og slakar 300.000 krónur, og partapeningurin, SEV hevur sett í, er 22 milliónir krónur, hitt er ein millumrokning, sum er afturgoldin, tá vindmyllulundin er avskrivað.
Partapeningurin sjey milliónir
Yvirtøkuvirðið fyri Neshaga er góðar 37,5 milliónir krónur. Har er partapeningurin sjey milliónir krónur.
Fyrsti roknskapurin hjá teimum báðum feløgunum, hann er fyri 2016, verður kunngjørdur í mars í ár.
Prísurin, sum SEV rindar fyri streymin úr Húsahaga er 31,6 oyru fyri kilowatttíman, og hann er 41 oyru fyri streymin úr Neshaga.