- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump lítið avhildin
Trump lítið avhildin
Eingin amerikanskur forseti í nýggjari tíð hevur verið so lítið avhildin, sum Donald Trump er
23.02.2017 - 16:27
Byrjanin í embætinum hjá Donald Trump, nýggja amerikanska forsetanum, hevur verið alt annað enn góð. Tað staðfestir ein meiningakanning.
Bara 38 prosent av amerikonsku veljarunum halda, Donald Trump ger eitt gott arbeiði, kemur fram í kanningini, nú Trump hevur sitið ein mánað.
55 prosent av teimum spurdu halda, at Donald Trump er dugnaligur. Trump hevur áður sagt, at allar vánaligar veljarakanningar eru føls tíðindi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV