- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmaður verður forsætisráðharri í Somalia
Norðmaður verður forsætisráðharri í Somalia
Nýggi forsetin í Somalia, Mohamed Abdullahi Mohamed, hevur tilnevnt ein norskan ríkisborgara til forsætisráðharra
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hassan_khaire.jpg?itok=2cJGHm90)
Mynd: Facebook
23.02.2017 - 09:24
Talan er um Hassan Ali Khaire, sum fyrr hevur verið ein av stjórunum í bretska felagnum, Soma Oil, og hevur arbeitt fyri Flóttafólkahjálpina, sum økisleiðari í landnyrðingspartinum av Afrika.
Hassan Kaire hevur verið politiskt virkin í Nairobi, skrivar MarEeg.com.
Hann er føddur í Somalia, men hevur bæði norskan og somaliskan ríkisborgaraskap.
Ein av stóru avbjóðingunum hjá norðmanninum er millum annað hungursneyð, skerpingur og yvirgangshóttanir frá Al-Shabaab.
Somaliski forsetin, Mohamed Abdullahi Mohamed, som tók við sum forseti mikudagin, hevur sjálvur amerikanskan ríkisborgaraskap.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV