- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarga farmaskipi út fyri norsku strondina

Við skipinum eru 20 mans, - flestu úr India og ein russari. Seks av manningini eru fluttir í land.
- Skiparin boðaði um middagsleitið í gjár norsku sjóverjuni frá, at teir høvdu fingið maskinbrek. Skipið rak fyri vág og vind, men so kastaðu teir akkerini. Síðani fingu teir aftur maskinuna í gongd aftur, men hon steðgaði aftur, sigur Jan Lillebø, bjargingarleiðari við Stavanger Aftenblad.
Vánaligt veður
Tað er grunt, har skipið liggur nú - 100 metrar úr landi. Nógvur vindur og høg alda hevur verið á leiðini út fyri Rogaland, og tí eydnaðist ikki at bjarga skipinum í gjár.
Nú halda tvey akker og tveir sleipibátar skipinum, so tað ikki rekur á land. Umborð á farmaskipinum eru 600 kubikk av tungolju og 300 kubikk av diesel.
Ætlanin er at sleipa skipið í neyðhavn nú í morgun, tá veðrið verður til vildar. Verður vandi á ferð, verður manningin flutt av skipinum, skrivar norska sjóverjan. Eitt felag í Charlestown í Saint Kitts og Nevis eigur skipið, sum er skrásetet á Komorunum.
