Trump ørkymlar sviar

Trump ørkymlar sviar
Sviar vilja hava amerikanska forsetan at útgreina eina útsøgn um Svøríki, her forsetin róði framundir, at "okkurt álvarsligt" var hent í Svøríki
Svenska sendistovan í Washington hevur biðið amerikanska uttanríkisráðið um at nágreina eina serliga útsøgn um Svøríki hjá Donald Trump, forseta, í eini røðu, hann helt fyri viðhaldsfólki í Florida leygardagin
 
20.02.2017 - 11:56

Svenska sendistovan í Washington hevur biðið amerikanska uttanríkisráðið um at nágreina eina serliga útsøgn um Svøríki hjá Donald Trump, forseta, í eini røðu, hann helt fyri viðhaldsfólki í Florida leygardagin.

Forsetin róði í røðu síni framundir, at okkurt álvarsligt var hent í Svøríki fríggjadagin, uttan at greiða nærri frá tí. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Má útgreina útsøgn

- Hyggið, hvat hendi í Svøríki í gjár, segði Trump í sama viðfangi, sum hann nevndi fleiri europeiskar býir, har yvirgangsatsóknir hava verið.

Men einki serligt hendi í Svøríki fríggjadagin, og nú vil svenska stjórnin so hava at vita, hvat Donald Trump meinti við.

Eftir nógva almenna umrøðu svaraði Donald Trump forseti á Twitter sunnukvøldið.

Greinin heldur fram niðanfyri


- Mín útsøgn um, hvat fer fram í Svøríki, var ein ávísing til eina søgu, sum varð víst á Fox News um innflytarar og Svøríki, skrivar hann.

Útsøgnin hjá Donald Trump hevur fingið stórt afturljóð á sosialu miðlunum, millum annað frá fyrrverandi svenska uttanríkisráðharranum, Carl Bildt.

- Svøríki? Yvirgangsálop? Hvat hevur hann roykt?, spurdi Carl Bildt á Twitter.

Sitandi svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallström, viðmerkti eisini á Twitter. "Oxford Dictionaries valdi "post truth" til ársins orð í 2016," skrivaði hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109