Royna at ávirka forsetavalið

Royna at ávirka forsetavalið
Illgruni er um, at russiskir teldusníkar gera seg inn á forsetavalstríðið í Fraklandi
Teldusníkar hava ætlanir um at gera seg inn á valstríðið í Fraklandi. Høgravíðgongda valevni, Marine Le Pen, er ímóti tilflyting og ímóti Europeiska Samveldinum
 
20.02.2017 - 09:41

Fronsku myndugleikarnir siga, at tað er ES-vinarliga valevnið, Emmanuel Macron, sum stendur fyri skotum.

AFP endurgevur Jean-Marc Ayrault, uttanríkisráðharra í Fraklandi, sum sigur, at álopini hjá teldusníkunum ikki kunnu góðtakast.

SÍ EISINI DV kjak: Forsetaval í Fraklandi

- Vit síggja, hvørji valevni Russland heldur við í valstríðnum, nevniliga Marine Le Pen ella Francois Fillon. Men Emmanuel Macron, sum er fyri ES, hann er fyri álopi.

- Hetta kann ikki góðtakast, og eg fordømi tað, sigur franski uttanríkisráðharrin.

Høgravíðgongda valevni, Marine Le Pen, er ímóti tilflyting og ímóti Europeiska Samveldinum, og konservativa valevnið Francois Fillon talar fyri tættari samstarvi við Moskva.

Tjóðartingið kunnað

Franski uttanríkisráðharrin kunnaði franska tjóðartingið í síðstu viku um vandan, ið stavar frá russiskum teldusníkum.

- Eftir tað, sum hendi í amerikanska valstríðnum, er tað okkara skylda at taka øll neyðug stig at tryggja, at demokratiska valið í Fraklandi verður virt, segði hann.

Í Týsklandi verður tjóðartingsval í september. Angela Merkel, samveldiskanslari, hevur eisini tosað um vandan fyri, at Moskva fer at blanda seg í týska valið við cyber-álopum ella miskunning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109