Blair: Bretar kunnu enn hálsa um

Blair: Bretar kunnu enn hálsa um
Bretar eiga at fáa møguleika at broyta hugsan um Brexit, heldur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair
Veljararnir fingu skeivar upplýsingar upp undir fólkaatkvøðuna 23. juni í fjør, heldur Tony Blair, fyrrverandi forsætisráðharri
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
17.02.2017 - 17:26

Í einari røðu í dag skuldi 63 ára gamli Blair at heita á tey, sum taka undir við ES, um at verja tað, tey halda vera rætt.

- Fólk valdu, men tey vistu ikki um avleiðingarnar av Brexit. Nú treytirnar verða settar, hava tey møguleika at hálsa um, fór Tony Blair at siga í røðuni, sambært The Guardian.

Veljarar fingu skrivar upplýsingar

Veljararnir fingu skeivar upplýsingar upp undir fólkaatkvøðuna 23. juni í fjør, heldur Tony Blair, fyrrverandi forsætisráðharri.

Ein tepur meiriluti var fyri at taka Bretland úr ES, og stutt eftir legði David Cameron frá sær sum forsætisráðharri.

Theresa May tók við sum forsætisráðharri, og hon hevur lovað, at samráðingarnar um at taka Bretland úr ES byrjar í mars.

Theresa May lovar bata

Røðan, sum Blair skuldi halda í dag, er umstrídd, og Theresa May hevur eisini funnist teimum, sum nokta "fólksins vilja," sum hon tekur til, skrivar The Guardian.

Theresa May hevur lovað at lekja sárini eftir fólkaatkvøðuna, sum hevur syndrað bæði fólk og politiskar flokkar í landinum.

Formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, hevur sagt, at hann ætlar ikki at forða fyri, at bretar fara úr ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109