Leggja gólv á Glasir fyri átta milliónir

bannari
Leggja gólv á Glasir fyri átta milliónir
Gólvvíddin svarar til 150 sethús ella tríggjar fótbóltsvøllir
Jim Sonni Guttesen, stjóri í Sp/f Jim S, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, skrivaðu í gjár undir sáttmála um gólvarbeiðstøkuna á Glasi
Mynd: Landsverk  
 
27.01.2017 - 14:41

Smápartafelagið Jim S í Sørvági hevur fingið arbeiðið at leggja gólv á Glasir.

Landsverk og Jim S skrivaðu undir sáttmálan um arbeiðstøkuna í gjár.

Gólvvíddin á Glasi svarar til gólvvíddina í umleið 150 sethúsum ella trimum fótbóltsvøllum, tilsamans umleið 15.000 fermetrar.

Gólvið verður slípað, og vinyl og polyurethan verða løgd á. Gólvið minnir um tað, sum er í farstøðini á flogvøllinum, og tað verður lagt á allar vanligar skúlastovur, í matstovuni og runda høvuðsbygninginum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823