Gera nýggja tíðarætlan fyri Glasir

Gera nýggja tíðarætlan fyri Glasir
Arbeiðið upp á skúladepilin í Marknagili verður helst seinkað upp aftur meira av stormskaðanum um jólini
 
27.01.2017 - 09:14

Ikki fyrr enn takið á Glasi er liðugt, fer Landsverk undir at seta eina nýggja tíðarætlan fyri, nær bygningurin hjá Glasi verður liðugur.

Bygingurin fekk skaða í ódnunum um jólini, sum skræddu fyribils takverjuna av.

Ætlanin var, at Landsverk skuldi koma við eini meting um, nær arbeiðið kundi vera liðugt, um hálvan januar.

Men tað verður ikki gjørt fyrr enn takið er liðugt, sigur Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Fyri at sleppa undan at slíkt hendir aftur, er ferð sett á at gera takið liðugt.

Viðrar illa

Og støðan er ikki stórvegis broytt, tí veðrið hevur ikki verið til vildar at arbeiða á takinum á Glasi.

Kortini sigur stjórin á Landsverki seg vóna, at arbeiðið at gera takið liðugt, verður liðugt í næstu viku. Men treytin er, at veðrið batnar.

Tað er serliga á sættu hædd, at vindskaðin forðar arbeiðinum, men arbeiðsgongdin í bygninginum er broytt, so arbeiðast kann aðrastaðni í bygninginum í staðin.

Arbeiðið á Glasi er seinkað, og útlit eru fyri, at arbeiðið verður upp aftur meira seinkað av stormskaðanum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV