Føroyar skulu talgildast

Føroyar skulu talgildast
Fíggjarmálaráðið hevur sent tvey uppskot til hoyringar
 
27.01.2017 - 08:11

Meira enn helvtin av rokningunum, sum landið fær, eru talgildar.

Men hini 45 prosentini skulu eisini gerast talgildar, sigur Fíggjarmálaráðið, sum hevur sent tvey lógaruppskot um talgildu Føroyar til hoyringar.

Tey, sum senda fáar rokningar, kunnu tó sleppa undan at senda rokningar talgilt.

Skal vera undangonguland

Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast undangonguland í talgilding í 2018. 

Lógin um talgildu, elektronisku, Føroyar er eitt avgerandi fet móti málinum, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Lógin verður grundarlagið undir talgilda undirstøðukervinum fyri alt samfelagið.

Sambært Fíggjarmálaráðnum fer talgilda frambrotið at gera gerandisdagin lættari hjá øllum í Føroyum, hjá fólki, almennu fyrisitingini og hjá vinnuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946