- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ali- og fiskivinnan rindaðu 476 mió. kr. í fjør
Í fjør rindaði fiskivinnan 237 milliónir og alivinnan 239 milliónir krónur í skattum og avgjøldum til landskassan. Tilsamans 476 milliónir krónur. Og tað er tað mesta nakrantíð
Beinleiðis inntøkur frá fyritøkum í fiski- og alivinnuni stava frá felagsskatti, kapitalvinningsskatti, tilfeingisskatti, loyvisskatti, avgjaldi á fiskatilfeingi, tøkugjaldi og inntøkum frá uppboðssølu.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað løgtingsmanninumn Magnusi Rasmussen, sum spurdin hvussu nógv landskassin hevur fingið burturnúr fiski- og alivinnuni síðstu 20 árini.
Ávíst fyrivarni
Nýggjastu tølini í yvirlitinum, tey fyri 2016, skulu tó takast við ávísum fyrivarni. Bæði tí at talan er um fyribilstøl, og tí at hvørki felagsskattur ella kapitalvinningsskatturin fyri 2016 er avroknaður enn.
Tað eru serliga síðstu seks árini, at fiskivinnan og alivinnan hava givið munandi, beinleiðis inntøkur til landskassan.
2011 var fyrsta árið, tá partur av fiskiríkidøminum varð selt á uppboðssølu, og tilfeingisgjald varð lagt á part av tilfeinginum. Hetta árið rindaði fiskivinnan 140 milliónir beinleiðis í landskassan, sammett við 16 milliónir krónur árið fyri.
2011 var eisini árið, tá alivinnan fór at tjena so mikið av pengum, at felagsskattur og skattur av vinningsbýti hjá alifyritøkunum fór at fløva í landskassanum. Í 2011 rindaði alivinnan 53 milliónir í skatti og avgjøldum.
Inntøkurnar nógv vaksnar
Síðani 2011 hevur landskassin fingið støðugt fleiri inntøkur, bæði frá fiski- og alivinnuni. Í fiskivinnuni er tað serliga tilfeingisgjaldið, ið hevur givið landskassanum millum 110 og 153 millliónir um árið, og uppboðssølurnar í 2011 og aftur í 2016 hava givið landskassanum ávíkavist 72 og 60 milliónir krónur.
Í alivinnuni hava risastóru yvirskotini síðstu árini givið landskassanum munandi inntøkur í partafelagsskatti - okkurt árið meira enn 100 milliónir. Eisini hava alifyritøkurnar síðstu árini útlutað stór vinningsbýti, og eisini tað hevur givið landskassanum skattainntøkur.