Stúra fyri meslingafarsótt í Grønlandi

Stúra fyri meslingafarsótt í Grønlandi
Bara helvtin av smábørnunum er koppsett, og tí verður skipa fyri átaki leygardagn 4. februar
 
26.01.2017 - 10:11

Læknar í Grønlandi stúra fyri eini meslinga-umfarsótt, og tí verður eitt stórt koppsetingarátak í Nuuk næsta leygardag.

Bara helvtin av smábørnum, eldri enn 15 mánaðir, í Grønlandi eru koppsett fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar, skriva grønlendskir miðlar. 

At foreldur gloyma at koppseta børn síni við MFR-koppsetingini er so mikið álvarsligt, at heilsumyndugleikarnir í Nuuk skipa fyri einum opnum koppsetingarátaki leygdardagin 4. februar, har foreldur kunnu fáa børnini koppsett uttan avtalutíð.

Málið er, at 95 prosent av børnunum skulu verða koppsett við MFR, men nú tey eru færri enn 50 prosent, er veruligur vandi á ferð, sigur Michael Lynde Pedersen, lækni á Drotning Ingridar heilsudepli í Nuuk.

Meslingar smitta illa millum børn, og kunnu í ringasta føri elva til álvarslig mein ella deyða. Fáa vaksin fólk meslingar, hevur tað ofta álvarsligar avleiðingar við sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962