Rúni fekk mentanarvirðislønina

Rúni fekk mentanarvirðislønina
Virðislønirnar, sum Mentamálaráðið letur, vórðu handaðar í gjárkvøldið
 
26.01.2017 - 08:02

Rúni Brattaberg, operasangari, fekk mentanarvirðisløn landsins fyri 2016. Virðislønin er 150.000 kr., og varð latin Rúna Brattaberg fyri hansara avrik sum viðurkendur operasangari í stórum operahúsum um allan heim. 

Tvær aðrar virðislønir vórðu eisini latnar á Seglloftinum á Tvøroyri í gjárkvøldið. 

Steinprent, grafiski verkstaðurin í Havn, fekk heiðursgávu landsins, 75.000 kr., fyri sítt stóra íkast til til føroyskt mentanar og listalív í Føroyum seinastu 18 árini.

 Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari og myndlistakvinna, fekk virðislønina til ungt listafólk, 50.000 kr. Hon gav út sítt fyrsta listprýdda yrkingasavn í 2015 og gongur í løtuni á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn.

Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum vegna Mentamálaráðið, handaði virðislønirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109