- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurgjøld verða nú endurskoðað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150505_loggava_hottir_matmentan_21.jpg?itok=72hJV675)
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann hjá Nýggjum Sjálvstýri.
Kári P. Højgaard vildi hava at vita, nær endurgjaldið fyri innangarðsjørð og uttangarðsjørð, mist vetrarbit, mist bit í haga og fyri mista fóðurframleiðslu er endurskoðað.
Endurgjaldið er ikki dagført í nógv ár, hóast kunngerðin um landsjørð ásetir, at prísirnir skulu endurskoðast í minsta lagi triðja hvørt ár. Tað eru teir ikki.
Eingin dagføring í 10 ár
Høgni Hoydal svarar, at teir eru ikki broyttir síðani 2007. Í 2010, trý ár eftir 2007, gjørdi Búnaðarstovan einki uppskot um broytingar.
Leiðslan fyri stovnin staðfesti tá, at lítil og eingin broyting var í inntøkum og kostnaði í seyðahaldinum frá 2007 til 2010.
Seint í 2013 var so samskifti millum Búnaðarstovuna og Fiskimálaráðið um endurgjaldið fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu.
Landsstýrismaðurin: Prísir og gjøld endurskoðast
Búnaðarstovan skeyt upp at broyta endurgjaldið fyri velt lendi úr 4,80 krónum upp í 5,41 krónur fyri fermeturin og fyri hagalendi úr 70 oyrum upp í 77 oyru.
Men Fiskimálaráðið broytti ikki kunngerðina. Endurgjøldini eru tey somu sum í 2007. Høgni Hoydal sigur, at hann fer nú at endurskoða prísir og endurgjøld.
Búnaðarstovan ger vart við, at avgerðir í Hægstarætti í málum um endurgjald fyri mistar árligar inntøkur kunnu fáa týdning fyri útrokningargrundarlagið, tá endurgjald fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu skal ásetast.