- Tíðindi, mentan og ítróttur
NCC fyrireikar seg

Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin næstu seks árini, søkir eftir skrivstovuleiðara at arbeiða fyri felagið í Føroyum.
Treytin fyri at fáa starvið er góður kunnleika til føroyskar lógir og royndir við teimum. Skrivstovuleiðarin skal búgva í Føroyum og kenna føroyska samfelagið, hvørjar reglur og mannagongdir eru her.
Farið verður fyrst undir at bora Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur.
Sandoyartunnilin skal vera liðugur í 2023. Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av nú í januar. Fyrsta skotið verður á Strondum, og stutt eftir verður hol sett á á Hvítanesi.