- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýraru bilarnir lutfalsliga bíligari
Í Føroyum er skrásetingargjaldið í einum hugsaðum dømi fyri ein dýran bil 65.700 krónur. Í Danmark er tað 110.530 krónur.
Ein biligur bilur kostar 41.900 krónur í skrásetingargjaldi í Føroyum. Bilurin kostar 24.018 krónur í Danmark.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, ið spurdi um prísmunin á bilum í Føroyum og Danmark.
SÍ EISINI Nakrir bilar eru nú bíligari
Eingin ætlan er um broyta skrásetingargjaldið í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan. Ein onnur broyting kom tó á nýggjárinum, tá vektgjaldið varð broytt til umhvørvisgjald. Minni, ein bilur dálkar, minni kostar hann í umhvørvisgjaldi.
- Hvussu vinningurin er hjá bilasølunum í Føroyum og í Danmark kann eg ikki svara fyri, sigur Kristina Háfoss, sum leggur afturat, at føroyingar kunnu keypa sær bil frá danskari ella útlendskari bilasølu, um teir eru bíligari har.
Landsstýriskvinnan sigur, at vanliga hava bíligir og lættir bilar verið umhvørvisvinarligari enn teir tyngru. Men nú eru nógv dømi um, at dýrir og tungir bilar eru teir mest umhvørvisvinarligu, tí teir eru fyrstir við nýggjari tøkni.