Orsøkin til vanlukkuna funnin

Orsøkin til vanlukkuna funnin
Brek við sonevndnu flapsunum ella luftklaffunum elvdu til, at eitt russiskt hernaðarflogfar datt niður jóladag
Myndugleikarnir leita eftir deyðum fólki í sjónum, har eitt russiskt flogfar datt niður á jólum. Myndugleikarnir halda seg longu hava funnið orsøkina til flogvanlukkuna
Mynd: AP  
 
28.12.2016 - 15:24

Øll 92 fólkini umborð lótu lív í vanlukkuni, sum hendi í Svarthavinum, nær býnum Sochi í útsynningspartinum í Russlandi, haðani flogfarið júst var farið avstað.

Bjargingarlið hava nú funnið svarta kassan. Á upptøkunum hoyrist flogskiparin siga, at trupulleikar eru við flapsunum. Løtu seinni boðar flogskiparin frá, at flogfarið dettur niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

Russiskir myndugleikar almannakunngjørdu annan jóladag seinastu samrøðuna millum flogvallartornið og flogskiparan.

Talan var um eitt hernaðarflogfar á veg til Sýria, men møguleikin fyri yvirgangi var beinanvegin vístur aftur.

Helst var eitt tekniskt brek atvold til vanlukkuna, søgdu myndugleikarnir. Tann illgrunin er staðfestur eftir at svarti kassin er komin undan kavi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109