- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógv skip í grønlendska flotanum
Í meira enn ein mánað hava fimm av størstu grønlendsku trolarunum ligið við bryggju, tí eingin kvota er eftir, skrivar Sermitsiaq á heimasíðuni.
Fiskiskapurin eftir svartkalva, toski og kongafiski hevur annars gingið nógv betur enn væntað í ár, skrivar grønlendska blaðið.
Kvoturnar uppi síðsta mánað
- Men longu í november vóru kvoturnar uppi, og tí hava fimm teir størstu verksmiðjutrolararnir ligið, síðani tá, stendur í tíðindaskrivi frá Grønlandsvinnu.
Hetta heldur vinnufelagið er prógv um, at yvirkapasitetur er í fiskiflotanum. Henrik Leth, formaður í Grønlandsvinnu mælir til varsemi, so ikki enn fleiri skip koma í flotan.
- Tað vil hava við sær, at búskapurin í fiskivinnuni sum heild versnar og harvið vera arbeiðspláss og almennar inntøkur eisini mistar, sigur Henrik Leth við Sermitsiaq.