- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar hjá Afriqiyah Airways rænt
Flogfar hjá Afriqiyah Airways rænt
Eitt lybiskt ferðafólkaflogfar er rænt, og hevur sett seg í Malta, upplýsir forsætisráðharrin á Malta, Joseph Muscat
23.12.2016 - 11:36
Eftir øllum at døma er talan um eitt flogfar av slagnum Airbus 320. 118 ferðafólk og manningin eru við flogfarinum.
Myndugleikarnir í floghavnini siga, at øll trygdartiltøk eru sett í verk. Flogfarið, sum Afriqiyah Airways, eigur, fleyg innanríkis í Libya, tá tveir menn hóttu við at spreingja tað í luftina, vita miðlar í Malta at siga. Aðrir miðlar siga, at talan er bert um ein flogrænara, sum eftir øllum at døma hevur eina hondgranat uppi á sær.
Times of Malta skrivar, at flogrænarin er til reiðar at lata øll ferðafólkini sleppa úr flogfarinum, fær hann krøv síni eftirlíkað. Enn er ógreitt, hvat flogrænarin krevur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV