Anis Amri sæddur í Berlin mánakvøldið

Anis Amri sæddur í Berlin mánakvøldið
Tunesarin, Anis Amri, sum er undir illgruna fyri yvirgangsatsóknin í Berlin mánakvøldið, er sæddur á einum vakmyndatóli fáar tímar eftir atsóknina
Anis Amri, maðurin, sum verður hildin at standa aftanfyri atsóknina í Berlin mánakvøldið
Mynd: Gates of Vienna  
 
23.12.2016 - 08:23

Tunesarin, Anis Amri, sum er undir illgruna fyri at hava skipað fyri atsóknini at einum jólamarknaði í Berlin mánakvøldið, varð sæddur á einum vakmyndatóli fáar tímar eftir atsóknina, skriva týskir miðlar. 24 ára gamli maðurin er sæddur á vakmyndatólum við eina mosku í økinum Moabit í miðbýnum í Berlin. Útvarps- og sjónvarpsstøðin, RBB, veit at siga, at fólk, sum taka undir við Islamskum Stati, halda til í hesi moskuni.

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan húsarannsókn í moskuni. Leiðarin fyri moskuna umrøddi hana sum Moskuna fyri IS-viðhaldsfólk í Berlin í eini telefonsamrøðu, sum týska fregnartænastan hevur avlurtað, sigur RBB.

Atsóknin mánakvøldið kravdi 12 mannalív, og umleið 50 vórðu løstað. Løgreglan heldur seg hava gott um at halda í jagstranini eftir Anis Amri, sum er eftirlýstur um allan heimin. Samleikaprógv hjá honum eru funnin í lastbilinum, sum koyrdi á mannamúgvuna, og í gjár vórðu fingramerki eisini funnin í bilinum. Løgreglan sigur, at eftirlýsti maðurin kann hava fingið skaða í andlitið, og at hann møguliga er í týska høvuðsstaðnum, skrivar dagblaðið Der Tagesspiegel.

Løgreglan hevur havt eyguni eftir Anis Amri í fleiri mánaðir, men hevur ikki havt nóg góð prógv fyri at handtaka hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109